Nær :
Venjing er hesar dagar :
24 oktobur 2026 kl 10:00
07 novembur 2026 kl 10:00
21 novembur 2026 kl 10:00
16 januar 2027 kl 10:00
20 februar 2027 kl 10:00
13 mars 2027 kl 10:00
Broytingar kunnu sjálvandi koma fyri, serliga um veðrið ikki er til vildar.
Hvar :
Venjingin er í Tórshavn ella Kollafirði
Luttøku krøv :
Hundar í øllum aldri kunnu luttaka. Tó skulu hundarnir kunna hugsavna seg um venjing hóast aðrir hundar eru á økinum.
Luttakandi hundarnir skulu verða koppsettir og ormaviðgjørdir sambært tilmælið frá djóralækna, og ábyrgdartryggjaðir.
Tú útvegar tær ein platform, sum er gjørdur eftir vegleiðing frá venjara.
Stutt um venjingina :
Líka mikið hvørjar venjing tú og hundurin ganga til, so er ofta brúk fyri at hundurin skilur boðini "sit", "stand" og "ligg". Eisini ynskja vit, at hundurin heldur rætta støðu tá hann fær onkur av hesum boðunum; at hundurin, eitt nú, situr púra beint undir tíni vinstru lið ella stendur púra rætt framman fyri teg.
Platformurin er eitt sera hent amboð, at læra hundin perfekt "sit", "stand" og "ligg" og at halda hesa støður undir síni vinstru og/ella høgru lið, ella frammanfyri og/ella aftanfyri teg.
Skeiðið hóskar seg væl saman við "balju venjing" skeiðnum, sum eisini verður í vetur.
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið.
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði hvølpa venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar.
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á
fch@fch.fo
Venjari :
Fríðhild Debes