Nær :
Veðrið avgerð nær spor venjing er. Vit halda okkum tó til, at venjing er uttanfyri vanliga arbeiðistíð, tað vil siga, um kvøldarnar og/ella í vikuskiftinum.
Hvar :
Venjingin er ymsa staðni, har landafast er, tó mest í miðstaðarøkinum.
Luttøku krøv :
Hetta skeiði er ætla hundum, sum eru komnir væl ávegis við sporvenjing.
Venjingin er ikki hóskandi til hundar, ið hava trupulleikar við andaleiðini.
Luttakandi hundarnir skulu verða koppsettir og ábyrgdartryggjaðir.
Luttakandi hundar skulu ormaviðgerast beint áðrenn skeiðið byrjar og síðani 2. hvønn mánað so leingið skeiðið varir.
Stutt um venjingina :
Vit rokna sjálvandi við, at tú, við vegleiðing frá venjara, venur sjálv/ur ímillum venjingarnar.
Til venjingina hevur tú brúk fyri eini spor línu, spor pinnum og spor sela til hundin.
Tað er pláss fyri, í mesta lagið, 6 hundum.
Skeiðið er íalt 4 undirvísingar.
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið.
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar.
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á
fch@fch.fo
Venjari :
Fríðhild Debes