Nær :
Skeiðið byrjar í august mánaði og venjing er hvønn sunnudag. Venjingin byrjar væntandi kl 14:00
Tað eru íalt 8 venjingar.
Hvar :
Venjingin er við Leynavatn
Luttøku krøv :
Luttakandi hundar skulu verða eldri enn 6 mánaðir. Hundar av øllum sløgum kunnu luttaka.
Luttakandi hundar skulu kunna verða leysir og akta hóast aðrir hundar eru á økinum
Stutt um venjingina :
Skjótleiki, neyvleiki og sera gott samband og samstarv millum hund og førara eyðkennir Agility.
Her snýr tað seg nevnuliga um, at renna ein bana - og jú, eigarin rennur eisini - uppá so stutta tíð sum tilber, við so fáum feilum, sum tilber.
Bólt glaði hundurin hevur ein greiðan fyrimun, tí hann fæst lættari at renna frá tær enn hundurin, sum bara tímur at arbeiða fyri mat
Tað við "smáum":
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið.
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði hvølpa venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar.
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á
fch@fch.fo
Undirvísari :
Brynhild Seloy