Rally framhald vár/summar 2026

Nær : 
Skeiðið byrjar í seinnu helvt av mai mánaði og venjing er hvønn sunnudag. Venjingin byrjar væntandi kl 16:00
Tað eru íalt 8 venjingar.
 
Hvar : 
Venjingin er við Leynavatn 
 
Luttøku krøv :
Luttakandi hundar skulu hava luttikið í rally venjing áður.
 
Stutt um venjingina :
Rally lýdni er hundaítróttur, har hundur og eigari skulu ganga ein bana, ið er uppbygdur av ymiskum boðskeltum. Hundurin skal kunna sita ella liggja stillur ímeðan eigarin gongur rundanum hann, hundurin skal mala runt ímeðan hann gongur við síðurnar av eigara, hundurin skal bakka nøkur fet og nógv annað.
 
 
Tað við "smáum":
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið. 
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði hvølpa venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar. 
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo
 
Undirvísari : 
Fríðhild Debes
 
 

Information om arrangementet

Tilmeldingsfrist Søndag d. 17. maj 2026 kl. 07:00

Arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf. +298 211227
fch@fch.fo

Hop til start tilmelding