Nær :
Skeiðið byrjar í seinnu helvt av mai mánaði og venjing er hvørt týskvøld. Venjingin byrjar væntandi kl 18:00
Tað eru íalt 8 venjingar.
Hvar :
Venjingin er við Leynavatn
Luttøku krøv :
Luttakandi hundar skulu verða eldri enn 6 mánaðir. Hundar av øllum sløgum kunnu luttaka.
Luttakandi hundar skulu kunna verða leysir og akta hóast aðrir hundar eru á økinum.
Stutt um venjingina :
Hoopers snýr seg um, at kunna føra hundin gjøgnum bogar (hoops) gjøgnum tunnlar og runt um tunnur uttan at fylgja við hundinum. Hetta er stuttligt og mennandi fyri bæði hund og førara.
Vit byrja sjálvandi við løttum venjingum, men so hvørt sum Hoopers hundurin mennist, verða krøvini økt - ikki bara til hundin, men so sannuliga eisini til føraran.
Hoopers hundurin má akta so nøkulunda, tá hann byrjar Hoopers venjing, hetta tí, at hundurin skal verða leysur undir venjing, og hetta eisini sjálvt um aðrir hundar eru á økinum
Tað við "smáum":
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið.
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði hvølpa venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar.
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á
fch@fch.fo
Undirvísari :
Klæmint Tóruson Myllhamar