FHF Lýdni venjing fyri brúkshundasløgini - BYRJUNAR

Nær : 
Skeiðið byrjar í seinnu helvt av mai mánaði og venjing er annaðhvørt mikukvøld. Venjingin byrjar væntandi kl 18:00
Tað eru íalt 8 venjingar.
 
Hvar : 
Venjingin er við Leynavatn 
 
Luttøku krøv :
Venjing er ætla arbeiðshundunum, so sum sjefarahundum, labrador, golden retriver, border collie og líknandi. 
Luttakandi hundar mugu tola so nøkulunda at aðrir hundar eru á økinum.
Hundaeigarin skal venja nógv sjálvur við hundinum ímillum undirvísingarnar.
FHF lýdni er ikki venjing, har atferðar trupulleikar verða loystir. 
 
Stutt um venjingina :
Lýdni venjing er hundaítróttur, har hundur og førari skulu gjøgnumføra nakrar fastlagdar venjingar. Hesar eru gang uppá pláss í bandi, innkall, felags ligg og bíða, senda út og ganga spor.
Eigarin lærir, hvussu hann kann læra hundin ásettu venjingarnar.
Undirvísingin er skipa soleiðis, at luttakandi hundarnir onkuntíð venja saman og onkuntíð venja ein og ein.
 
 
Tað við "smáum":
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið. 
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði hvølpa venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar. 
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo
 
Undirvísari : 
Klæmint Tóruson Myllhamar
 
 

Information om arrangementet

Tilmeldingsfrist Onsdag d. 20. maj 2026 kl. 09:00

Arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf. +298 211227
fch@fch.fo

Hop til start tilmelding