Lær at læra hundin styrkjandi venjingar

Leygardagin 28/2-26 verður skeið, har tú lærir hvussu tú kann læra hundin ymiskar styrkjandi venjingar.
 
Hetta skeiðið er serliga viðkomandi fyri tey, ið venja nógv við hundinum, og tí mugu syrgja fyri, at vøddalagið hjá hundinum er skilagott. 
 
Skeiðið er skipa sum ástøðið og venjing við egnum hundi.
 
Bjørg Brekku Clementsen, sum eigur og rekur labbin.fo og er útbúgvin vøddamýkjari til hundar, og sum eisini er undir útbúgving sum fysioterapeut til hundar, undirvísir á skeiðnum.
 
Tað er pláss fyri, í mesta lagið, 5 hundum á skeiðnum.
 
Er undirtøka fyri tí, so verður eitt skeið afturat 1 mars 2026.
 
 
 
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið. 
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Fyrivarnið verður tikið fyri prentvillum
Tey, ið eru tilmeldaði hvølpa venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar. 
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo 
 

Information om arrangementet

Tilmeldingsfrist Lørdag d. 28. februar 2026 kl. 09:00

Arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf. +298 211227
fch@fch.fo

Hop til start tilmelding