Hundarøkt

Røkt hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá hundum. 
 
Tað er munur á hvussu hundar, sum losa, og hundar, sum ikki losa, skulu røkjast.
 
Onkur hundasløg skulu javnan klippast, ímeðan onnur hundasløg als ikki skulu klippast. 
 
Og hvør er rætta útgerðin til júst tín hund ? 
 
Alt hetta, og nógv afturat, fer Bjørg Brekku Clementsen at greiða okkum frá, á fyrilestri / skeiðið um hundarøkt.
 
Bjørg Brekku Clementsen eigur og rekur labbin.fo , ið millum annað umboðar Iv San Bernard røktar røðina til hundar. 
Bjørg hevur nomið sær útbúgving innan feld og húð røkt hjá Iv San Bernard akademinum í Italia.
 
Bjørg hevur ymiskt til hundarøkt við og aftaná fyrilesturin vegleiðir hon hvørjum einstøkum í, hvat er best at brúka til júst tín hund.
 
 
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið. 
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Fyrivarnið verður tikið fyri prentvillum
Tey, ið eru tilmeldaði hvølpa venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar. 
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo 

Information om arrangementet

Tilmeldingsfrist Søndag d. 11. januar 2026 kl. 09:00

Arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf. +298 211227
fch@fch.fo

Hop til start tilmelding