Mini lýdni
Leygardagin 30 septembur verður stuttleika kapping í lýdni.
Vit byrja kl 15:30
Vit hava vælt at kalla hesa kappingina Mini Lýdni, tí hon er væl hóskandi til hvølpar/unghundar og vaksnar hundar, sum ikki hava vænt so leingi.
Kappast verður í :
Gang pent í bandið - førarin skal prógva, at hann dugir at fáa hundin at ganga pent undir vinstru lið, á einum teini, sum er umleið 5 metrar langur
Sit - førari skal prógva, at hann dugir at fáa hundin at seta seg pent undir vinstru lið førarans
Ligg og bíða - førarin skal prógva, at hann dugir, at fáa hundin at leggja seg framman fyri føraran ella við vinstru lið førarans, ímeðan førarin flytur seg, íminsta lagið 1 metur burtur frá hundinum. Hundurin skal verða liggjandi, til førarin kemur aftur.
Innkall - førarin skal prógva, at hann dugir at fáa hundin at koma til sín, tá hann rópar á hundin. Frástøða millum hund og førara skal verða minst 3 metrar. Hundurin kann verða í bandið, og tað er loyvt at hava hjálpara at halda hundinum til hann verður róptur.
Røkt - førarin skal prógva, at tað ber til, at busta hundinum oman eftir rygginum og eftir síðunum.
Hvør venjing gevur upp til 5 stig.
20-25 stig gevur gull diplom og rosettu
15-20 stig geva silvur diplom og rosettu
10-15 stig geva bronzu diplom og rosettu
Er veðrið gott, verður kappingin hildin við Leynavatn. Er veðrið ikki til vildar at verða úti, so verður kappingin í høllini hjá Føroya Ríðingafelag.
Tað kostar 50,00 kr fyri hvønn luttakandi hund.
Luttakandi hundar skulu verða yngri enn 1 ár.
Seinasta freist at tekna seg, er 28/9-2023 kl 23:00