Ein hundur, sum er virkin á ein skilagóðan hátt, hvílur betri í sær sjálvum. 
 
Nær :
23 januar 2026 kl 18:30 
 
Hvar :
Tórshavn
 
Luttøkukrøv :
Ongin 
 
Stutt um venjingina :
Hesin fyrilesturin gevur tær íblástur til, hvussu tú kann skipa so fyri, at hundurin hjá tær er virkin á ein skilagóðan hátt. 
Veðrið í Føroyum er ikki altíð júst soleiðis, at vit verða eggjaði at verða nógv úti við hundinum, og tá er gott við nógvum góðum hugskotum til innandurða aktivering av virkna hundinum
 
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið. 
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði hvølpa venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar. 
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo 
 
Fyrilestrarhaldari :
Gitte Albæk Bielefeldt