Nose Work veturin 2025 / 2026
Nær :
Skeiðið byrjar í oktobur, og verða íalt 5 venjingar.
Ætlanin er, at venjing er hesar dagar :
GG !! Broytingar í venjingartíðunum KUNNU koma fyri.
Sunnudagin 19 oktobur kl 10:00
Sunnudagin 22 novembur kl 10:00
Sunnudagin 18 januar kl 10:00
Sunnudagin 15 februar kl 10:00
Sunnudagin 15 mars kl 10:00
Hvar :
Venjingin er ymsa staðni, har landafast er, tó mest í miðstaðarøkinum.
Luttøku krøv :
Venjingin er ikki hóskandi til hundar, ið hava trupulleikar við andaleiðini.
Luttakandi hundarnir skulu verða koppsettir og ábyrgdartryggjaðir.
Ikki er neyðugt við aðrari venjing áðrenn ein byrjar nose work venjing.
Vit venja við einum hundi í senn, og hundarnir skulu tí sita í bili og bíða eftir tørni. Hetta mugu bæði hundur og bilur tola.
Stutt um venjingina :
Nose Work venjing er venjing, har endamálið er, at læra hundin at finna ávísar luktir. Skal hetta eydnast, má hundurin læra at leita sjálvstøðugt, og eigari má læra at síggja nær hundurin finnur luktin, hann leitar eftir.
Tað er sera ymiskt hvønn hug hundar hava at leita, og tí er venjingin skipa soleiðis, at hon hóskar til hvønn einstakan hund.
Vit rokna sjálvandi við, at tú, við vegleiðing frá venjara, venur sjálv/ur ímillum venjingarnar.
Til venjingina hevur tú brúk fyri eini línu, ið er áleið 5 metrar long. Best er, um hundurin er í sela, ið á ongan hátt, hindrar rørðslunum hjá hundinum.
Tað er pláss fyri, í mesta lagið, 5 hundum.
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið.
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar.
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á
fch@fch.fo
Venjari :
Fríðhild Debes
