Hop til hovedindholdet

Føroya Hundaførarafelag logo

Mini rally Fuglafjørður veturin 2025 / 2026


Tilmeldingsfrist

Søndag d. 19. oktober 2025 kl. 09:00

Mini rally Fuglafjørður veturin 2025 / 2026


Mini rally Fuglafjørður veturin 2025 / 2026

 
 
 
Nær :
Skeiðið byrjar í oktobur og er íalt 5 venjingar. Venjing er leygardag frá kl 14:00. Ein venjing er í oktobur, ein í novembur, ein í januar, ein í februar og ein í mars.
 
Hvar : 
Venjingin er á Kambsdali.
 
Luttøku krøv :
Fyri at luttaka í mini rally venjing, má hundurin tola so nøkulunda at verða á sama økið, sum aðrir hundar. Hundarnir eru í bandið tá venjing er.
Hundar í øllum støddum og aldri kunnu luttaka. 
Luttakandi hundar skulu verða koppsettir og ormaviðgjørdir sambært tilmælið frá djóralæknunum og ábyrgjartryggjaðir.
 
Stutt um venjingina :

Rally lýdni er hundaítróttur, har hundur og eigari skulu ganga ein bana, ið er uppbygdur av ymiskum boðskeltum. 

Mini rally gevur luttakaranum innlit í, hvat rally venjing er, og hvørjar venjingar ein eigur at leggja seg eftir, at læra rally hundin.

Gott og jaligt samstarv ímillum hund og førara er avgerandi í rally lýdni venjing.

 
 
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið. 
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði Rally venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar. 
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo 
 
Venjari : 
Suffía Nón
 
 

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo