Unghundavenjing veturin 2025/2026
Nær :
Skeiðið byrjar í oktobur, og verða íalt 5 venjingar. Venjingarnar verða ætlandi kl 18:00 fyrsta mánadag í oktobur, novembur, januar, februar og mars.
Ongin venjing er í desembur.
GG !! Broytingar í venjingartíðunum KUNNU koma fyri.
Hvar :
Venjingin er ymsa staðni í miðstaðarøkinum.
Luttøku krøv :
Venjingin er ætla unghundum í aldrinum 6 til 18 mánaðir.
Luttakandi hundarnir mugu tola, so nøkulunda, at aðrir hundar eisini eru á økinum.
Stutt um venjingina :
Unghundavenjing er venjing, har hundaeigarin hevur møguleikan at viðlíkahalda tað venjing, ið hundurin longu hevur frá møguligari hvølpavenjing, og fyrireika hundin til víðari venjing.
Tað er ikki óvanligt at unghundar broyta atferð á ymiskan hátt serliga í tíðarskeiðnum har hundurin gerst kynsbúgvin, og hetta verða atlit tikin til í venjingini.
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið.
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði hvølpa venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar.
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á
fch@fch.fo
Venjari :
Jakobina Niclasen