Umhvørvisvenjing veturin 2025/2026
Nær :
Skeiðið byrjar í oktobur, og verða íalt 5 venjingar. Hesar verða uttanfyri vanliga arbeiðstíð, og verða hesar í oktobur, novembur, januar, februar og mars. Altso, ongin venjing í desembur.
Hvar :
Venjingin er ymsa staðni í miðstaðarøkinum.
Luttøku krøv :
Venjingin er ætla vaksnum hundum og ung hundum, eldri enn uml 10 mánaðir.
Luttakandi hundarnir mugu tola, so nøkulunda, at aðrir hundar eisini eru á økinum.
Stutt um venjingina :
Umhvørvisvenjing er venjing har hundaeigarin lærir, at læra hundin, at tola at verða í ymiskum umhvørvum og eisini lærir hvussu hann kann gera kendar venjingar í ókendum umhvørvið.
Tað eru td. ikki heilt ókent, at hundar ikki tora at ganga á brúgvum ella á undirlagið sum antin gevur seg ella man sær niður ígjøgnum, hetta kann verða ein rist av einhvørjum slagið. Við málrættaðari umhvørvisvenjing ber til, at læra hundin, at hann saktans kann ganga, og kanska eisini gera ávísar venjingar á, td eini brúgv.
Undivísingin tekur støðið í hvørjum einstøkum luttakara, soleiðis at tað er rúm fyri øllum torleikastigum av umhvørvisvenjing.
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið.
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði hvølpa venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar.
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á
fch@fch.fo
Venjari :
Klæmint Tóruson Myllhamar