Hop til hovedindholdet

Føroya Hundaførarafelag logo

Smáhundavenjing Tórshavn august 2025


Tilmeldingsfrist

Mandag d. 18. august 2025 kl. 08:00

Smáhundavenjing Tórshavn august 2025


Smáhundavenjing Tórshavn august 2025

Venjing fyri smáhundar við Leynavatn 
 
 
Nær :
Skeiðið byrjar um hálvan august og er íalt 6 venjingar. Venjing er væntandi mánakvøld frá kl 17:00 til uml 18:00
 
Hvar : 
Venjingin er við skúlan á Argjahamri.
 
Luttøku krøv :
Fyri at luttaka í venjing fyri smáhundar, má hundurin tola so nøkulunda, at verða á sama økið, sum aðrir hundar. Hundarnir eru, fyri tað mesta, í bandið tá venjing er.
Skeiðið er ætla lítlu hundunum, sum viga í mesta lagið uml 8 - 10 kilo. 
Luttakandi hundarnir skulu verða koppsettir og ormaviðgjørdir sambært tilmælið frá djóralækna, og ábyrgdartryggjaðir.
 
Stutt um venjingina :
Umframt vanliga lýdni venjing, so sum gang pent og bíða og nógv annað, er eisini ymisk stutleika venjing á skránni. Vit læra trick og samstarv, og gera okkum dælt av nógvu venjingar útgerðini, sum felagið eigur. 
Men fyrst og fremst er venjingin ætla sum ein staður, har lítlu hundarnir sleppa at venja, uttan at verða órógvaðir av stórum hundum.
Tað er pláss fyri, í mesta lagið, 6 hundum á hvørjum liði.
 
 
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið. 
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði venjing fyri smáhundar, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar. 
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo 
 
Venjari : 
Nina Jennifer Brockie Hansen
 
 
 

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo