Nær :
Skeiðið byrjar seint í oktobur, ella tá nóg nógv eru tilmeldaði, og er íalt 6 venjingar. Venjing er tvær ferðir um vikuna, væntandi aftaná vanliga arbeiðstíð týsdag og leygardag seinnapart.
Hvar :
Venjingin er í Saltangará
Luttøku krøv :
Venjingin er ætla hundum eldri enn 10 mánaðir
Luttakandi hundarnir skulu verða koppsettir og ormaviðgjørdir sambært tilmælið frá djóralækna, og ábyrgdartryggjaðir.
Stutt um venjingina :
Vit arbeiða fram í móti at gerast ábyrgdarfullir hundaeigarar við einum glaðum og væl vandum hundi til gagns fyri bæði hund, eigara og onnur. Ein partur av skeiðnum inniheldur ástøði um hund og eigara í samfelagnun og kunnleika um eyðkenni hjá egnum hundaslagi ella blandingshundi, meðan tann størri parturin inniheldur praktiskar venjingar. Her læra hundur og førari ymiskar førleikar, sum eru góðir at duga bæði heima og úti; sum t.d. at bíða, at ganga pent, at møta øðrum fólki og hundum og at koma, tá hundurin verður róptur.
Hundurin skal hava tað gott saman við eigara sínum, og tá lærir hann eisini best. Hetta er ein av meginreglunum í positivari hundavenjing. Tí eru gott samstarv og gott samband millum hund og eigara fortreytir fyri allari víðari venjing. Ein stórur partur av venjingini verður tí at byggja upp eitt gott samband ella eitt enn betri samband millum hund og eigara, samstundis sum vit læra ymisku førleikarnar.
Tað er pláss fyri, í mesta lagið, 6 hundum.
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið.
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar.
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á
fch@fch.fo
Venjari :
Anna Mai Nattestad Joensen