Hop til hovedindholdet

Føroya Hundaførarafelag logo

Agility summar / heyst 2024 - limaskráseting ok - ss ok


Tilmeldingsfrist

Søndag d. 18. august 2024 kl. 09:00

Agility summar / heyst 2024 - limaskráseting ok - ss ok


Agility summar / heyst 2024

Agility venjing við Leynavatn 
 
GG !! Minnst til, at stovna loyniorð til keyp á netinum. Trýst á HER
 
Nær :
Skeiðið byrjar hálvan august og er íalt 6 venjingar. Venjing er sunnudag frá kl 18:00 til 20:00
 
Hvar : 
Venjingin er á øki felagsins við Leynavatn.
 
Luttøku krøv :
Fyri at luttaka í agility venjing, skal hundurin akta hampuliga væl, tá hann er leysur á økið, har aðrir hundar eru.
Hundar í øllum støddum og aldri kunnu luttaka. 
Luttakandi hundar skulu verða koppsettir og ormaviðgjørdir sambært tilmælið frá djóralæknunum og ábyrgjartryggjaðir.
 
Stutt um venjingina :
Kom og lær hundin at leypa upp um forðingar, ganga á bummi, renna gjøgnum tunnlar, renna slalom og nógv annað stuttligt. Agility – ella hundafimi – er spennandi og góð venjing fyri bæði teg og tín hund.
Agility er sera stuttligt og mennandi – bæði fyri hund og førara. Endamálið er, at hundurin skal renna ein bana við ymsum forðingum uppá so stutta tíð, sum gjørligt. Hundurin skal m.a. leypa upp um ymisk lop, renna ígjøgnum tunnlar, slalom, eftir balansubummi og nógv annað 
Pláss er fyri ímesta lagið 6 hundum á hvørjum liðið. 
 
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið. 
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði Hoopers venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar. 
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo 
 
Venjari : 
Brynhild Seloy
 
 
 
 
 
 
 
 

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo