Hop til hovedindholdet

Føroya Hundaførarafelag logo

Hvølpavenjing í Saltangará mai - limalisti skrásett - ss skrásett


Tilmeldingsfrist

Lørdag d. 25. maj 2024 kl. 11:00

Hvølpavenjing í Saltangará mai - limalisti skrásett - ss skrásett


Hvølpavenjing í Saltangará

Hvølpavenjing í Saltangará
 
GG !! Minnst til, at stovna loyniorð til keyp á netinum. Trýst á HER 
 
Nær :
Skeiðið byrjar um mánaðarskiftið í seinnu helvt av mai mánaði, ella tá nóg nógv eru tilmeldaði, og er íalt 8 venjingar. Venjing er tvær ferðir um vikuna, leygardagar kl 16:00 og týsdagar kl 19:00
 
Hvar : 
Venjingin er í Saltangará
 
Luttøku krøv :
Venjingin er ætla hvølpum yngri enn 10 mánaðir.
Luttakandi hundarnir skulu verða koppsettir og ormaviðgjørdir sambært tilmælið frá djóralækna, og ábyrgdartryggjaðir.
 
Stutt um venjingina :
Hvølpaskeiðið er byrjanin uppá eitt lívlangt samstarv millum hund og førara, so hendan byrjanin skal vera góð og jalig.
Hvølpaskeiðið er fyrst og fremst sosialisering saman við øðrum javnaldrum. Vit skulu læra ymist, sum er neyðugt at duga í gerandisdegnum, eins og hvølpaeigarin lærir um teir góðu vanarnar, hann kann læra hvølpin.
Við sær frá hvølpavenjingini fær hvølpaeigarin eisini kunning um, hvat er í væntu ímeðan hvølpurin mennist, og hvussu ymiskar avbjóðingar hesum viðvíkjandi, kunnu handfarast.
Tað er pláss fyri, í mesta lagið, 6 hvølpum.
 
 
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið. 
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði hvølpa venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar. 
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo 
 
Venjari : 
Anna Mai Nattestad Joensen
 
 

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo