Hop til hovedindholdet

Føroya Hundaførarafelag logo

FHF Lýdni 2024


Tilmeldingsfrist

Fredag d. 17. maj 2024 kl. 09:00

FHF Lýdni 2024


FHF Lýdni 2024

F.H.F. Lýdni venjing við Leynavatn 
 
GG !! Minnst til, at stovna loyniorð til keyp á netinum. Trýst á HER 
 
 
Nær :
Skeiðið byrjar í seinnu helvt av mai mánaði og er íalt 8 venjingar. Venjing er annaðhvørt fríggjakvøld frá kl 18:00 
 
Hvar : 
Venjingin er á øki felagsins við Leynavatn.
 
Luttøku krøv :
Fyri at luttaka í FHF Lýdni venjing, má hundurin tola so nøkulunda, at verða á sama økið, sum aðrir hundar. Hundarnir eru, fyri tað mesta, í bandið tá venjing er.
Skeiðið er hóskandi fyri arbeiðshundasløgini, so sum sjefarahundar, labrador, border collie og líknandi. 
Luttakandi hundarnir skulu, í minsta lagið, hava luttikið í hvølpavenjing. 
Luttakandi hundarnir skulu verða koppsettir og ormaviðgjørdir sambært tilmælið frá djóralækna, og ábyrgdartryggjaðir.
 
Stutt um venjingina :
Lýdni venjing er hundaítróttur, har hundur og førari skulu gjøgnumføra nakrar fastlagdar venjingar. Hesar eru gang uppá pláss í bandi, innkall, felags ligg og bíða, senda út og ganga spor.
Eigarin lærir, hvussu hann kann læra hundin ásettu venjingarnar.
Undirvísingin er skipa soleiðis, at luttakandi hundarnir onkuntíð venja saman og onkuntíð venja ein og ein.
Fyri at klára at gjøgnumføra ásettu venjingarnar, er neyðugt, at hundaeigarin leggur seg eftir, at venja nógv við hundinum sjálvur.
Tað er pláss fyri, í mesta lagið, 6 hundum á hvørjum liði.
 
 
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið. 
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði FHF Lýdni venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar. 
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo 
 
Venjari : 
Fríðhild Debes
 

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo