Hop til hovedindholdet

Føroya Hundaførarafelag logo

Spor venjing


Tilmeldingsfrist

Søndag d. 26. maj 2024 kl. 09:00

Spor venjing


Spor venjing

Spor venjing 

 
GG !! Minnst til, at stovna loyniorð til keyp á netinum. Trýst á HER 
 
 
Nær :
Skeiðið byrjar um hálvan mai og er íalt 5 venjingar. Veðrið avgerð nær sporvenjing er, men tit skulu vænta, at venjing er umleið aðruhvørja viku. Venjingin er altíð aftaná vanliga arbeiðstíð.
 
Hvar : 
Venjingin er ymsa staðni, har landafast er, tó mest í miðstaðarøkinum.
 
Luttøku krøv :
Venjingin er ikki hóskandi til hundar, ið hava trupulleikar við andaleiðini.
Luttakandi hundarnir skulu verða koppsettir og ábyrgdartryggjaðir.
Luttakandi hundar skulu ormaviðgerast beint áðrenn skeiðið byrjar og síðani 2. hvønn mánað so leingið skeiðið varir.
 
Stutt um venjingina :
Umframt at sjálv spor venjingin gerst meira avbjóðandi, læra vit eisini hvussu vit læra hundin at finna eitt spor og vit arbeiða eisini við hvussu vit fáa hundin at markera lutir, sum vit leggja á sporið.
Vit rokna sjálvandi við, at tú, við vegleiðing frá venjara, venur sjálv/ur ímillum venjingarnar.
Til venjingina hevur tú brúk fyri eini spor línu, spor pinnum og spor sela til hundin. 
Tað er pláss fyri, í mesta lagið, 5 hundum.
 
 
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið. 
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar. 
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo 
 
Venjari : 
Klæmint Tóruson Myllhamar
 
 
 

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo