Hop til hovedindholdet

Føroya Hundaførarafelag logo

Rally venjing vár / summar 2024


Tilmeldingsfrist

Torsdag d. 16. maj 2024 kl. 08:00

Rally venjing vár / summar 2024


Rally venjing vár / summar 2024

Rally venjing við Leynavatn 
 
GG !! Minnst til, at stovna loyniorð til keyp á netinum. Trýst á HER 
 
 
Nær :
Skeiðið byrjar um hávan mai og er íalt 8 venjingar. Venjing er vanliga hóskvøld frá kl 18:00 til uml 18:45. 
 
Hvar : 
Venjingin er á øki felagsins við Leynavatn.
 
Luttøku krøv :
Fyri at luttaka í rally venjing, má hundurin tola so nøkulunda at verða á sama økið, sum aðrir hundar. Hundarnir eru í bandið tá venjing er.
Hundar í øllum støddum og aldri kunnu luttaka. 
Luttakandi hundar skulu verða koppsettir og ormaviðgjørdir sambært tilmælið frá djóralæknunum og ábyrgjartryggjaðir.
 
Stutt um venjingina :

Rally lýdni er hundaítróttur, har hundur og eigari skulu ganga ein bana, ið er uppbygdur av ymiskum boðskeltum. Hundurin skal kunna sita ella liggja stillur ímeðan eigarin gongur rundanum hann, hundurin skal mala runt ímeðan hann gongur við síðurnar av eigara, hundurin skal bakka nøkur fet og nógv annað.

Eigarin lærir, hvussu hann kann læra hundin ymisku venjingarnar, og hvussu hann síðani kann føra hundin runt á bananum.

Gott og jaligt samstarv ímillum hund og førara er avgerandi í rally lýdni venjing.

 
 
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið. 
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði Rally venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar. 
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo 
 
Venjari : 
Fríðhild Debes
 
 

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo