Hop til hovedindholdet

Føroya Hundaførarafelag logo

Hoopers vár/summar 2024


Tilmeldingsfrist

Onsdag d. 15. maj 2024 kl. 09:00

Hoopers vár/summar 2024


Hoopers vár/summar 2024

Hoopers venjing við Leynavatn 
 
GG !! Minnst til, at stovna loyniorð til keyp á netinum. Trýst á HER 
 
 
Nær :
Skeiðið byrjar um hálvan mai og er íalt 8 venjingar. Venjing er mikukvøld frá kl 18:30 til uml 19:30
 
Hvar : 
Venjingin er á øki felagsins við Leynavatn.
 
Luttøku krøv :
Fyri at luttaka í hoopers venjing, skal hundurin akta hampuliga væl, tá hann er leysur á økið, har aðrir hundar eru.
Hundar í øllum støddum og aldri kunnu luttaka. 
Luttakandi hundar skulu verða koppsettir og ormaviðgjørdir sambært tilmælið frá djóralæknunum og ábyrgjartryggjaðir.
 
Stutt um venjingina :
Endamálið við Hoopers er, at tú lærir hundin at renna gjøgnum bogar (hoops) gjøgnum tunnlar og runt um tunnur uppá so stutta tíð sum tilber, alt ímeðan eigarin stendur so stillur sum tilber.
Hetta er bæði stuttligt og mennandi fyri bæði hund og eigara. 
Pláss er fyri ímesta lagið 6 hundum á hvørjum liðið. 
 
Tað við "smáum"
Tilmeldingin ER bindandi. Tvs, at um tú tilmeldar teg, og kortini ikki ætlar at luttaka á skeiðnum, so fær tú ikki endurgoldið luttøkugjaldið. 
Í ávísum førum, kann Føroya Hundaførarafelag biða um heilsukanning og møguliga prógv fyri uppruna av hundi, áðrenn hann kann luttaka í venjingum felagsins.
Tey, ið eru tilmeldaði Hoopers venjing, fáa teldupost nakrar dagar áðrenn venjingin byrjar. 
Um tú hevur trupulleikar við at tilmeldað teg, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo 
 
Venjari : 
Klæmint Tóruson Myllhamar
 
 
 
 
 
 
 
 

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo

Kontaktinformation til arrangør

Føroya Hundaførarafelag
Tlf: +298 211227
fch@fch.fo