Mini Agility - stuttleika roynd
Leygardagin 30 septembur verður stuttleika kapping í agility.
Vit byrja kl 11:00
Kappast verður í :
2 pinnar í slalom
senda fram um tvey lop
senda fram um tvey lop og tunnil
sit og bíða
Og, um kappingin verður hildin við Leynavatn, so eisini A og ballansu bumm.
Er veðrið gott, verður kappingin hildin við Leynavatn. Er veðrið ikki til vildar at verða úti, so verður kappingin í høllini hjá Føroya Ríðingafelag.
Kostnaður : 50,00 kr
Seinasta freisti at tekna seg, er 28/9-2023 kl 23:00