Indlæser
Vikuskiftis skeið fyri byrjunar bjargingarhundar
Tilmeldingsfrist
Onsdag d. 20. februar 2019 kl. 23:55
Vikuskiftis skeið fyri byrjunar bjargingarhundar
Arrangementsbeskrivelse
Vikuskiftið 23 & 24 februar verður byrjunar skeið í Mannatevjan fyri bjargingarhundar. Hetta er fyrsti liður í, at læra hund tín, at leita eftir fólki.
Um áhugi er, so veður byrjunar skeið í Mannatevjan fyri bjargingarhundar vikuskifti 23 og 24 februar
Ein sporhundur fylgjur vanliga fótafetunum á slóðini, frá slóðlegjarinum. Ein mannatevjari fylgir umframt hesum eisini tí persónliga luktinum í verður fluttur av vindinum. Hetta er hátturin okkara leitingarhurar nýta til, at loysa uppgávurna
Tað er ikki óvanligt hjá einum mannatevjara, at fáa beinleiðis luktin av einum persóni, og hyggja burtur frá slóðini. Tvs. gongur beint eftir persóninum, og ikki har hann hevur gingið.
Les meira um um okkara leitingarhundar her: https://fch.fo/portfolio-item/leitingarhundar/
Skeiðið umfatar 2 venjingar. Vant verður á ymiskum økjum, tó halda vit til á Streymoynni
Roknast skal við, at serlig útgerð er neyðug til hesa venjing. Tað er sera umráðandi, at hundurin hevur fingið viðgerð fyri orm.
Hendan venjing er ikki hóskandi fyri hundar, ið av einhvørjari orsøk hava trupulleikar við andaleiðini.
Ikki er neyðugt við aðrari venjing áðrenn ein byrjar hesa venjing. Men hundurin má ikki ræðast fólk
At hava við til hundin: Vatn til hundin, leikur (bóltar), sporlínu (8-15mtr), seðla til hundin, og nógvar sera smátt skornar góðbitar.
Eisini skal hundaførarin verða væl ílatin, umframt verða í endurskynsvesti
Millum venjingar skal hundurin bíða í bilinum.
Nærri kunning kemur eftir tilmelding.
Hetta skeiðið viðgerð ikki atferðar trupulleikar.
Vit venja frá kl 10:00 til kl 14:00 báðar dagarnar. Vegna veður kan verða neyðugt, at flyta venjingarnar.
Pláss er fyri í mesta lagið 5 hundum.
Kostnaður : Limir 250,00 kr. Tey, ið ikki eru limir 350,00 kr
Undirvísari : Rúni Sundberg Patursson
Minst til at melda títt gjaldskort til 3D Secure í tínum Peningastovni
Í samband við keyp á netinum er nýtt krav frá Nets um, at Dankort og Visa Dankort eru tilmeldaði 3D Secure trygdarloysnina..
Fyri at verja allar kundar sum, hevur gjaldsheimsíðan kravdu trygdarloysn frá Nets. Hetta krevur tilmelding til 3D Secure, har koda verður send til tykkara fartelefon nummar í samband við keyp á netinum.
Um tit hava trupulleika at keypa á heimasíðuni , verða tit biðin um at seta tykkum í samband við kundatænastuna í tykkara peningastovni, og upplýsa fartelefon nummar sum skal knýtast afturat 3D Secure skipanini. 3D Secure verður virkið ein arbeiðsdag eftir, at tað er skrásett í peningstovninum.
Les meira hjá NETS.
Betri Banki: Tel +298 348000
Bank Nordik: Tel +298 330330
Suðuroyar Sparikassi: Tel +298 359870
Norðoya Sparikassi: Tel +298 475000
Tilmelding til dette arrangement bliver håndteret med NemTilmeld.
Hvis du selv holder arrangementer, kan du prøve NemTilmeld's tilmeldingssystem for 0 kr. til dit næste arrangement.