Hop til hovedindholdet

Føroya Hundaførarafelag logo

Agility venjing við Leynavatn


Tilmeldingsfrist

Mandag d. 14. maj 2018 kl. 23:00

Agility venjing við Leynavatn


Arrangementsbeskrivelse

Hálvan mai ella tá nóg nógv eru tilmeldaði, byrjar skeið í Agility (hundafimi) við Leynavatn


Nær:  
Agility venjing er hvørt týskvøld frá kl 18:00. (Um nógv melda seg til, verður deilt upp í byrjunar agility og agility vand. Luttakararnir verða bólkaðir soleiðis, sum undirvísarin metir er skilabest) Tá verður tíðinar 18-19 og 19-20

Hvar:    
Venjingin verður á øki felagsins við Leynavatn. Les meira her

Hvør:
Venjingin er fyri allar hundar, tó ikki hundar ið hava skaðar, ella hava pínu í liðum.
Tó er umráðandi, at luttakandi hundar, klára so nøkulunda at verða saman við øðrum hundum.

Hvat:
Kom og lær hundin at leypa upp um forðingar, ganga á bummi, renna gjøgnum tunnlar, renna slalom og nógv annað stuttligt. Agility – ella hundafimi – er spennandi og góð venjing fyri bæði teg og tín hund.

Hvussu:      
Agility er sera stuttligt og mennandi – bæði fyri hund og førara. Endamálið er, at hundurin skal renna ein bana við ymsum forðingum uppá so stutta tíð, sum gjørligt. Hundurin skal m.a. leypa upp um ymisk lop, renna ígjøgnum tunnlar, slalom, eftir balansubummi og nógv annað.

Venjarar:   
Brynhild Seloy tlf 724614, Turid Askham

Frá januar 2017 varð kravt, at Dankort eru tilmeldað 3D Secure trygdarloysnina, tá keypt verður á netinum. 3D Secure er eitt felags heiti fyri Verified by Visa, MasterCard SecureCode og Dankort Secured by Nets.
Tað er neyðugt at seta seg í samband við bankan, fyri at tilmelda 3D Secure